Tað sigur føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, um 6-1 tapið hjá írska landsliðnum fyri Týsklandi.
- Vandi er sjálvandi, at teir nú av álvara taka seg saman til hendan dystin, sigur Lars Olsen.
Kritikkurin av írska landsliðnum hevur verið náðileysur, síðani teir fríggjakvøldið tapti stórt fyri Týsklandi. Fleiri fjølmiðlar vilja hava Giovanni Trapattoni frá sum írskan landsliðsvenjara. Men tað kann eisini verða ein fyrimunur um vit klára at trýsta írska liðið, at teir hava tapt so stórt fyri kortum.
- Klára vit at trýsta teir sum vit trýstu Svøríki, so væl møguligt at vit klára at órógva teir, sigur Lars Olsen
Hoyr samrøðuna, sum var gjørd við Rás2 sunnudagin, undir greinini.