Alt bendir á, at andstøðan fer at vinna stórsigur á tjóðartingsvalinum, sum verður í Írlandi tann 25. februar. Sambært kanningum er tað ikki óhugsandi, at tann størsti andstøðuflokkurin, Fine Gael, kann fáa meiriluta í tinginum.
Tann seinasta meiningakanningin sigur, at Fine Gael fer at fáa 39 prosent av atkvøðunum, og sama kanning vísir, at flestu írar vilja hava Fine Gael-formannin, Enda Kenny, til forsætisráðharra.
Arbeiðaraflokkurin, sum helst fer at samstarva við Fine Gail um stjórnarskipan, fær eftir kanningini 17 prosent.
Hinvegin gevur kanningin núverandi stjórnarflokkinum, Fianna Fail, og forsætisráðharranum, Brian Cowen, ein frammaná. Flokkurin fær sambært kanningini 16 prosent av atkvøðunum.