Írsk-amerikanskur veitslurómur á G!

Írski fólkaarvurin úr pubbini við torgið er hjartað í tónleikinum hjá írsk-amerikansku Young Dubliners, ið spæla á G!Festivalinum í summar. Men teir bjóða ein skarpan afturvið, sum The Dubliners blandað við Jethro Tull og Thin Lizzy ? skjótan, fiman og stuttligan tónleik, skaptan til at syngja við og dansa til!

 

Tað eru live-framførslurnar, ið serliga hava givið bólkinum gott orð á seg. Lívliga huglagið, ið bólkurin umboðar, spreiðir seg sum roykur í vindi millum áhoyrararnar, og tað er torført ikki at lata seg bergtaka.

 

Vísurnar eru frá gomlum írskum yrkjarum, leikritahøvundum og landastrokum og eru samansjóðaðar við sermerkta fólka-rokk ljóðið hjá Young Dubliners og sungnar við heimligum málføri av forsangaranum Keith Roberts.

 

Um tú vilt hugna tær, syngja, skála og/ella skrála við vinum og dansa lystiligt í summar, so er ikki at lata Young Dubliners fara framvið. Hetta er veitslurómur og spæligleði fyri allan peningin. Vit gita at írsk-amerikanska fólksligheitin hjá Young Dubliners fer at fáa keltiska blóðið í føroyingunum á kók longu frá fyrsta fiólstroki.

 

tíðindaskriv