Ársins virki og átak kosin

Tórshavnar Skipasmiðja fekk heiðurin at kalla seg ársins virki fyri 2001. Serstøðan hjá skipasmiðjuni varð staðfest í grundgevingini fyri virðislønina. North Atlantic Fish Fair fekk eisini eina heiðursløn fyri at besta átakið hetta seinasta árið

 

Vinnarar

Fríggjadagin skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri Vinnudegi í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er vorðið eitt árligt afturvendandi tiltak, har føroyskt vinnulív hittist. Føroya arbeiðsgevarafelag ella Vinnuhúsið, sum teir eisini kalla seg, hevur á Vinnudegnum ymiskar fyrilestrar, har serfrøðingar á hvør sínum øki greiða frá. Í ár vóru tveir útlendskir fyrilestrarhaldarar eisini komnir til Føroya úr ávíkavíst Danmark og Norra. Føroysku fyrilestrarhaldarar vóru eisini á skránni. Ólavur Rasmussen, prestur, helt ein áhugaverdan fyrilestur um heimin eftir 11. september. Tað, sum kanska hevði størsta almenna áhugan á Vinnudegnum, var kjósanin av Ársins virki og Ársins átak, sum er ein nýggj heiðursløn.


Skipasmiðjan

Tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum næsta árið kann kalla seg Ársins virki í Føroyum. Tað er hvørt mansbarn í Føroyum, sum kennir Tórshavnar Skipasmiðju, og ein fittur partur hevur eisini roynt at arbeitt har. Fyri teirra einamest virksemi hjá fyritøkuni í seinastuni fekk Poul Mohr handað heiðursgávuna, sum er ein lutur úr gróti, og sjálvandi eisini heiðurin komandi árið at vera Ársins virki í Føroyum.

Nevndin, sum varð sett at velja Ársins virki, legði í sínari grundgeving dent á ymisk viðurskifti. Tað verður sjálvsagt lagdur stórur dentur á, at virkið hevur givið fíggjarligt yvirskot. Í grundgevingini í ár verður sagt, at tað eru fleiri virki í Føroyum, sum lúka hesa fyrstu treytina, men Tórshavnar Skipasmiðja hevur í longri tíð givið yvirskot. Eisini verður sagt í grundgevingini, at Tórshavnar Skipasmiðja hevur eina serstøðu í føroyskum vinnulívið. Í grundgevingini verður skipasmiðjan eisini kallað fyri ein risa.

-Fyritøkan er eitt virðiligt umboð fyri føroyska vinnu og hevur væl uppiborið at verða útnevnt til ársins virki 2001. Tað er eitt trygt og eggjandi arbeiðspláss í støðugum vøkstri, sigur nevndin at enda í sínari grundgeving.


Átakið

Nýggja virðislønin, ið varð latin í ár á Vinnudegnum, var Ársins Átak. Henda virðislønin verður latin til fyritøku ella persónar, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at stiðtakararnir til fiskivinnuráðstevnuna North Atlantic Fish Fair. Henda ráðstevnan varð hildin fyrr í ár, og hon savnaði hópin av fólki innan vinnuna í Føroyum eins og uttanlands.

-North Atlantic Fish Fair hava heiður uppibornan. Hetta tiltak kemur at gagna føroysku vinnuni og vil verða við til at seta land okkara á heimskortið. Smápartafelagið Atlantic Fair fær tí heiðursbræv fyri ársins átak 2001, varð sagt í grundgevingini.