Kjósan
Í dag, fríggjadagin, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vinnuhúsið, fyri einum sokallaðum vinnudegi. Tað er á hesum vinnudegi, at umboð fyri limarnir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og onnur hittast. Tiltakið verður hildið í Norðurlandahúsinum.
Hæddarpunktið á vinnudegnum verður, tá ið Ársins virkið verður kosið. Í fjør var tað Havsbrún í Fuglafirði, sum rann avstað við tí heitinum og snøggu standmyndini, ið fylgir við heiðurinum. Hóast fleiri royndir eru gjørdar, so vil Vinnuhúsið ikki siga nakað um, hvør tað verður, sum kann kallað seg ársins virki 2001. Røddir vilja vera við, at talan er um eina alifyritøka, men hetta vil Jan Mortensen, stjóri fyri Vinnuhúsið, ikki siga nakað um.
Umframt at velja ársins virki ætlar Føroya Arbeiðsgevarafelag í ár fyri fyrstu ferð at heiðra eitt virkið, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ella ein persón, sum hevur gjørt nakað serligt, sum hevur givið ella kann geva vinnuligan framburð.
-Ásannandi, at Føroyar eru ein lítil tjóð, so er tað ikki víst, at hetta verður gjørt á hvørjum ári, verður sagt úr Vinnuhúsið.
Eins og í fjør, so koma eisini útlendskir gestir til Føroya at vera við á vinnudegnum. Í ár kemur Tarald Sivertsen og Puol Tørring til Føroya at halda hvør sín fyrilestur.
Tarald Sivertsen er norðmaður, og hann er í dag formaður í norska Havbúnaðarfelagnum, umframt at hann eisini eigur fyritøkuna Follalaks. Hansara 40 minuttir langi fyrilestur hevur heitið Alivinnan og framtíðin.
Poul Tørring er ein kendur maður í donskum vinnulívi, og hann fer á vinnudegnum at halda ein fyrilestur, ið kallast fyri Arbeiðsmarknaðurin ? tann globala avbjóðingin hjá Evropa. Poul Tørring eigur í dag egi trolvirki, sum kallast fyri Utzon, men hevur eisini verið nógv umtalaður í Danmørkini, tá ið hann bæði hevur verið aktivur í ES høpi, og hann hevur eisini verið stjóri í bransjufelagnum hjá dansku fiskavirkjunum og fiskaútflytarum.
Umframt hesar báðar, so sleppa eisini Jørn Astrup Hansen og Bjarni Djurholm framat mikrofonini i Norðurlandahúsinum.
òlavur Rasmussen, prestur, fer at siga nøgur orð um heimin eftir 11. september á vinnudegnum.
Vinnudagurin er ikki almennur, men tað skal meldast frá luttøku, og tiltakið endar við einum galladøgurða á Hotel Føroyum.