Ársins virki fyri 12. ferð

Á vinnudegnum 30. september verða ársins virki og ársins átak vald

Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.
Ársins virki hava higartil verið Havsbrún, Tórshavnar Skipasmiðja, Vónin, Vaðhavn, Reyni Servise, Faroe Marine Products, Thor, Eik Banki, Articon, Bakkafrost og Tavan.
Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Tey, sum higartil eru heiðrað sum ársins átak, eru North Atlantic Fish Fair, Teitur Lassen, Formula.fo, Total View, Atlantic Airways (sáttmálin við Aker Stord), Faroga Seafood, Vinnuvitan, Decition3, Tórshavnar Matfestivalur og Vilt í Suðuroy.
Vinnararnir verða avdúkaðir í Norðurlandahúsinum 30. september. Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið, sum gávu frá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu. Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.