Ársins Virki 2011 er P/F Vónin

Uppundir endan av vinnudegnum, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum í dag, er greitt, at P/F Vónin er kosin at vera ársins virki 2011.

Grundgevingarnar hjá nevndini eru hesar:

“Gev einum manni ein fisk, og hann verður mettur fyri ein dag. Lær hann at fiska, og hann verður mettur fyri lívið.” Flestu okkara kenna helst hetta gamla orðatakið. Ein nýggjara útgáva av hesum orðataki skoytir uppí: “Lær ein mann at fiska, og tú kanst selja honum fiskireiðskap.”

P/F Vónin er ársins virki 2011. Gamla trolvirkið úr Fuglafirði hevur seinastu árini støðugt ment seg, og er í dag ein týðandi aktørur á marknaðinum fyri trol, nótir og aðra útgerð til fiski- og alivinnuna um alla verðina. Fyritøkan er serliga aktiv í Norðuratlantshavi, og hevur deildir í Newfoundlandi í Kanada og í Grønlandi, og kastaði í 2008 saman við norsku fyritøkuni Refa Frøystad Group (RFG) A/S. Í tí sambandinum varð móðurfelagið P/F VON stovnað, sum eigur P/F Vónina og RFG. Samanleggingin er ein náttúrligur liður í altjóða strategiini hjá Vónini og hevur styrkt um møguleikarnar hjá Vónini á altjóða marknaðinum. Altjóða útsýnið hjá Vónini sæst eisini, um tú vitjar heimasíðuna hjá Vónini, sum bara finst á enskum máli.

Dugnaliga leiðslan og starvsfólki á P/F Vónini hava eisini dugað so sera væl at brúkt sínar styrkir fyri at vinna nýggjar marknaðir. P/F Vónin hevur økt um sítt tilfeingi á marknaðinum við at flyta sínar førleikar frá traditionellu fiskivinnuni til alivinnuna. Seinastu árini hevur P/F Vónin eisini víst áhuga fyri oljuvinnuni og vænta vit, at eisini har kemur felagið at gera seg galdandi.

Búskaparligu úrslitini hjá P/F Vónini hava verið góð og støðug. Fyritøkan hevur seinastu árini megnað at skapa eitt yvirskot á hvørjum ári, eisini í teimum árum, har altjóða fíggjar- og búskaparkreppan hevur herjað, og í mongum fyritøkum vent eitt avlop til eitt hall. Vónin hevur tó stýrt beint gjøgnum brotasjógvarnar í altjóða búskapinum, og hevur klárað at forrentað eginpeningi. Eginpeningsavkastið var 15% í 2010.

Sølan hjá Vónini er økt seinastu árini, og fór í 2010 upp um 100 mió. kr. Vøksturin í søluni í 2010 stavar frá øktari sølu uttanfyri landoddarnar, hóast fyritøkan enn selur meira innanlands enn uttanlands.

Vónin hevur í nógv ár arbeitt við menning av sínum vørum og tænastum í tøttum samstarvi við fiskivinnuna og aðrar tænastuveitarar til fiskivinnuna. Vónin hevur eisini verið við til at fíggja ph-d lestur innan uppisjóvartrol og hevur í nógv ár arbeitt tætt saman við Havstovuni í menningarverkætlanum. Tað ber til at royna nýggj hugskot og nýggjar vørur við teldu- simuleringum og í stóra royndartanganum hjá Vónini, áðrenn tær verða royndar undir veruligum umstøðum. Hesin dentur á gransking og menning hevur borið ávøkstur, og vørurnar hjá Vónini eru eftirspurdar víða hvar, ikki bert í Nroðuratlantshavi.

Starvsfólkatalið hjá fyritøkuni er støðugt økt, og í 2010 starvaðust í miðal 62 starvsfólk hjá P/F Vónini.

P/F Vónin hevur sum tað fyrsta virkið vunnið heiðurin sum Ársins Virki tvær ferðir, fyrstu ferð í 2002.

Dómsnevndin heldur, at Vónin hevur uppiborið henda heiðurin gjøgnum tað miðvísa arbeiði, sum fyritøkan hevur lagt í at menna sínar vørur, at menna teir marknaðirnar, sum Vónin virkar á, eitt miðvíst samstarv við onnur og ikki minst gjøgnum tey búskaparligu úrslit, sum fyritøkan hevur rokkið.