Tiltakið er skipað sum ein seinraparts ráðstevna, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi. Føroya Arbeiðsgevarafelag ætlar at tiltakið, har eitt virki, ið hevur útint nakað serligt og sum gongur væl, verður kosið sum »ársins virkið«, skal vera afturvendandi. Endamálið við hesum er, at menna vinnuligan hugburð og at økja virðingina fyri vinnuni, hjá myndugleikunum og vanliga borgarinum.
Á ráðstevnuni, sum verður karmur um kjósanina av ársins virkið, verða áhugaverdir fyrilestrar ? bæði við kendum føroyskum vinnulívsfólki og einum sera kendum útlendskum vinnulívsfólki. Tiltakið endar við, at ?ársins virkið? verður kosið, og fær heiðursløn handaða av landsstýrismanninum í vinnumálum. Ráðstevnan endar við einum døgverða fyri luttakarunum.
Asger Aamund gestur
Útlendski gesturin er danski vinnulívsmaðurin Asger Aamund, ið er sera kendur innan danska vinnulívið og frá fjølmiðlunum, m.a. tí hann hevur markantar meiningar, og tí hann dugur at siga tingini á ein einfaldan og greiðan hátt.
At standa fyri verkætlanini er sett ein dómsnevnd, og í henni sita: Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum, Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, Marner Jacobsen stjóri í Føroya Sparikassa, Bergur Poulsen stjóri á Havsbrún og Jan Mortensen stjóri í Vinnuhúsinum.
Tiltakið verður ikki alment, men fyri fólki úr vinnulívinum og virkisleiðslur. Tiltakið verður nærri lýst í bløðunum, og innbjóðingar verða sendar til virkir, sum eru limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, verður sagt í tíðindaskrivinum.