Ársins íverkseti 2013 skal nú kjósast

Nú kanst tú tilnevna Ársins Íverkseta. Tað er í samband við Ársins Íverksetaradag, at Íverksetarahúsið lýsir eftir uppskotum til Ársins Íverkseta.

 

Ársins Íverksetaradagur er eitt afturvendandi tiltak, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, og í ár verður dagurin hildin í fabrikkini hjá Østrøm fríggjadagin 22. mars.

 

Øll kunnu tilnevna Ársins Íverkseta, men ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør skal fáa heiðurin. Dentur verður lagdur á, at vinnarin:

 

 

- hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi

 

- hevur víst góð fíggjarlig úrslit

 

- hevur givið øðrum íverksetum íblástur

 

 

Ársins Íverkseti í fjør gjørdist Ólavur Ellefsen, ið eigur og rekur fyritøkuna Simprentis.

 

Íverksetarahúsið sær fram til at fáa fleiri tilnevningar við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á is@is.fo.

 

Freistin at tilnevna er til og við mikudagin 13. mars.