Ársins íverksetari kjósast

Fríggjadagin verður Ársins íverksetari 2012 kosin.

Enn er møguleiki at tilnevna Ársins íverksetara. Í 2009 streyk Regin W Dalsgaard sum tann fyrsti avstað við flotta titlinum Ársins Íverkseti. Regin var longu tá kendur sum seriu-íverkseti við Paintball Føroyar, Shiny Weels og GlobiSMS í síni initiativríku íverksetaraskjáttu.

Í 2010 gjørdist Jutta Helgadóttir, sum stovnari og eigari av Hoyrnini, topphittið hjá dómsnevndini. Tað, sum serliga inspireraði við íverksetanini hjá Juttu var, at hon megnaði at fáa eitt alment virkisøkið at virka í privatum høpi. Í dag virkar hennara privata hoyriklinikk um alt landið, og hevur hon megnað at sligið ígjøgnum við eini tænastu á hægsta stigi.

Í fjør stóð tað greitt, at úrslitini hjá Navia ikki vórðu at koma uttanum. Tí tók Óla Kristian á Torkilsheyggi (myndin), sum tann triðji Ársins Íverkseti, heiðurin við sær inn á Toftir. Seinastu árini hevur Óla Kristian, sum stovnari og eigari, uttan tað stóra hóvastákið, bygt fyritøkuna upp og konsoliderað hana. Í dag eru produktini hjá Navia til keyps í øllum norðurlondunum og øðrum londum við, og í Føroyum hevur fyritøkan eisini ekspanderað sítt virksemi í 2011 við at lata nýggjan handil upp í SMS.

Í næstum fer dómsnevndin at viðgera bæði egin og innkomin uppskot til Ársins Íverkseta fyri 2012. Nú fríggjdagin fer løgmaður á Ársins Íverksetaradegi at avdúka vinnaran, so spenningurin er í hæddini í hesum døgum.