Virðislønina fingu Fiat á European Road Transport Show ið er størsta framsýning av sínum slagi í Evropa.
Grundgevingin fyri at geva Fiat Doblò Cargo hendan heiðurin var m.a. at bilurin hevur smart og nútímans design, samstundis sum hann lastar nógv og ber vektina væl.
Eisini gjørdu Multijet dieselmotorarnir sítt til at Fiat Doblò Cargo varð kosin "Van of The Year 2006".
Grundmodellið er tað sama sum á forgangaranum, men at síggja til er nýggi Dublò Cargo nógv broyttur við t.d. nýggjum lyktum og kúfangarum aftan og framman og nýggjum kølaragittari. Innan er eisini nýggj hurðapanelir, betri setur og nýggir litir.
Myndatekstur:
Nýggi Fiat Doblò Cargo er kosin ársins vørubilur í Evropa 2006.