Ársins vørubilur í Evropa 2005

Ein dómsnevnd av flutningsbilajournalistum frá fleiri ymsikum londum hevur kosið Mercedes-Benz Vito til ársins vørubilur í Evropa, "Van of the Year 2005". Vito vann upp á t.d. komfort, góðar koyrieginleikar og sera umfatandi vøruskrá

Mercedes-Benz Vito er kosin ársins vørubilur í Evropa, "Van of the Year 2005". Grundgevingarnar vóru t.d at bilurin líkur øll krøv til ein vørubil, samstundis sum hann er sum ein persónbilur at koyra. Eisini designið fekk góðan karakter.

Modellskráin er víðkað nógv í mun til forgangaran, og Vito fæst í trimum karossarílongdum, við høgum og lágum taki og við fleiri ymiskum motorum frá 88 til 218 hk.

Peter Wiemann, talsmaður fyri dómsnevndina í "Van of the Year 2005" sigur, at stórt sæð allir kundar kunnu fáa ein bil, sum passar til teirra flutningstørv. Eisini hevur Vito eina av bestu tænastuorganisatiónum á marknaðinum aftan fyri seg.