Herfyri varð Fiat Fiorino kosin ársins vørubilur í Evropa saman við Citroen Nemo og Peugeot Bipper, sum allir verða gjørdir á somu verksmiðju. Hóast hesir bilar so at siga eru eins, valdu donsku motorjournalistarnir Fiat Fiorino framum hinar m.a. orsakað av 1,3 litra dieselmotorinum við 75 hk. Citroen Nemo og Peugeot Bipper hava sínar egnu nakað størri PSA-dieselmotorar. Fiat Fiorino kemur við partikulfiltri og ESP í januar 2009.