Hondbóltsleikarin Elias Ellefsen á Skipagøtu er í kvøld heiðraður sum ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT.
Hann var ikki til staðar í kvøld, tí hann er í Týsklandi við U18 landsliðnum, har hann hevur spælt dyst í kvøld. Abbi hansara, Ólavur á Skipagøtu, tók ímóti heiðrinum. Hann vísti á, at hann hevur fylgt honum altíð, og tað sást, at hann er stoltur av abbasoninum.
Elias hevði gjørt eina videoheilsan, har hann takkaði fyri heiðurin. Í heilsanini segði hann eisini, at han nvar sera fegin fyri, at abbi sín tók ímóti heiðrinum, tí hann hevur verið honum so hollur stuðul gjøgnum árini.
Hini bæði, ið vóru tilnevnd at gerast Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT 2019 vóru Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, svimjing, Høgni Kunoy Dávason, taekwondo.
Ítróttarsambandið sigur, at øll, sum eru í uppskoti at gerast Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT, hava gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á altjóða stigi og skarað framúr í hesum árinum. Harumframt verður kravt, at Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT er ein, ið hevur gjørt stór framstig í síni ítróttagrein, skapt frambrot í ítróttinum og víst potentiali til at náa høgum støði í nærmastu framtíð.











