Ársins ítróttarnavn: Reportasja og samrøða frá FM1

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Torkil Veyhe var kunngjørdur sum ársins ítróttarnavn, og hoyr Gunnar Dahl Olsen lýsa Torkil

Torkil Veyhe, yrkissúkklari, ið vann Føroyum oyggjaleikagull í einkultstarti í 2015 og í 2017 er ársins ítróttarnavn. Tað eru ítróttarmiðlafólk, ið hava valt ársins ítróttarnavn.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði í Smæruni í Havn, tá Solby Christiansdóttir kunngjørdi fyri fjøldini, at Torkil Veyhe er ársins ítróttarnavn. 


2) Hoyr Eyðfinn Lenvig, pápa Torkil og "The grand old man" innan føroyska súkkling siga nøkur takkarorð í samband við heiðurin.


3) Hoyr tað sum Torkil Veyhe hevði at siga í einari stuttari takkarrøðu tikin upp á einum videobroti, ið var spælt í Smæruni.


4) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Gunnar Dahl Olsen um avrikini hjá Torkili Veyhe innan súkkluítróttina. 

 

Gunnar Dahl Olsen fegnast stórliga um heiðurin Torkil Veyhe hevur fingið, og tað jaliga ljós hetta varpar á føroyska súkkling. Tó er óvist um Torkil Veyhe verður partur av føroyska oyggjaleikahópinum, ið fer til Gibraltar at kappast í summar, og tað ger møguleikarnir fyri føroyskum heiðursmerkjum í súkkling væl minni.