Í flestu ítróttargreinunum í Føroyum verður atkvøtt um, hvør hevur havt besta avrikið í farna skeiðinum. Og nú hevur TSF so valt at ganga somu leiðir. Felagið fer í ár at velja Ársins Telvara 2004/2005 og Àrsins Stjørnuskot 2004/2005, sum fáa handað heiðursbræv og stuðul til eina talvkapping áljóðandi kr. 3.000.
Vinnararnir verða kunngjørdir í sambandi við 35-ára Jubileumskappingina hjá TSF sum verður tann 5. mars í Vestmanna.
Telvarnir sum eru innstillaðir til Ársins telvari eru (í bókstavarøð):
· Carl E. N. Samulesen
· Finnbjørn Vang
· Flóvin Tór Næs
· Hans Kristian Simonsen
· Heini Olsen
· John Rødgaard
· John Arni Nielsen
· Martin Poulsen
· Olaf Berg
· Rógvi W. Rasmussen
Ársins stjørnuskot (í bókstavarøð):
· Christoffur Dam
· Fríða við Streym
· Herborg Hansen
· Helgi D. Ziska
· Hjalti T. Jógvansson
· Høgni E. Nielsen
· Jóhan Vørmadal
· Jón Gregerssen
· Margeir Berg
· Rógvi E. Nielsen
· Rógvi Dragaberg
· Rúni Vørmadal