Hvørt ár heiðrar FMA eitt átak, ið hevur gjørt okkurt serligt føroyskum tónleika at frama. Og í ár er tað tiltakið Gittarting, ið varð hildið í Spaniastovu í Klaksvík í september, ið hevur vunnið heiðurin sum Ársins átak á FMA 2018. Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, ið handaði umboðum fyri Gittarting serliga heiðurin.
Á Gittarting 2017, ið var í døgunum 8. - 9. september kundi luttakarar uppliva eina spennandi skrá við konsert, open stage, framsýning kafé, tónaverkstaði og fyrilestrum har gittarin var í miðdeplinum.
Undanfarnu ár hava Spælistaðið Listastovan í Vágum, Loftbrúgvin, spælistaðið Reinsaríið og Hoyma vunnið heiðurin Ársins átak.