Kristian Blak hevur nú fingið heiður fyri sítt stóra arbeiði fyri føroyskan tónleik seinastu góðu 40 árini. Til Faroese Music Awards í kvøld fekk hann Ársins tónleikaheiður.
Kristian Blak hevur slóðað fyri og eigur stóran leiklut í føroyska tónleikasamleikanum. Hann hevur lyft ment og stuðlað føroyskum tónleiki sum eingin annar. Fyri tað fær Kristian Blak ársins tónleikahieður 2020, varð sagt í grundgevingini.
Høvuðspersónurin var til staðar í kvøld í Norðurlandahúsinum og tók ímóti virðislønini. Hann var sera fegin og takkaði millum annað sínari stuðlandi familju.
– Eg hevði ikki havt hendan møguleikan, um mín familja ikki var so áhugað í tí, sum eg geri. Tey eru øll í listaheiminum, segði Kristian Blak.
Rólant Waag Dam spurdi, hvar orkan kemur frá at blíva við at skapa og skipa fyri. Kristian Blak svaraði:
– Eg fái abstinensir, um eg lati vera. Um eg ikki havi spælt tónleik í eitt tíðarskeið, so veksur nakað tómt í mær. So kann eg sjálvandi brúka ta tíðina til at komponera. At skipa fyri er ein annar máti at komponera uppá fyri meg, seðgi Kristian Blak.