Í kvøld verður tónleikurin miðpunktið, tá Miðlahúsið skipar fyri Planet Awards. Síðani 10. desember hava fólk atkvøtt umvegis SMS, hvørji tey halda skulu fara við ársins Planet Awards-virðislønum.
1000 fólk hava brúkt henda møguleikan, umframt at ein dómsnevnd eisini hevur gjørt sínar metingar. Og tað er úrslitið av hesum, sum verður kunngjørt á stóra tiltakinum í kvøld.
Fleiri live-framførslur
Umframt at virðislønirnar verða latnar vinnarunum, eru eisini fleiri liveframførslur á skránni. Evi, Signar í Homrum, Eivør, Sveinur og All In, sum øll eru millum tey tilnevndu nøvnini at fáa eina ella fleiri Planet Awards-virðislønir, fara at framføra á tiltakinum, har Johan í Kollafirði eisini fer at undirhalda.
Aftrat hesum hevur Rex fingið danska Shaka Loveless at framføra, umframt at spæla aftaná Planet Awards tiltakið, tá Eyðun og Terji eisini fara á pall.
Kom ella lurta
Sum áður nevnt skulu sjey virðislønir handast: ársins bólkur, ársins einstaklingur, ársins nýggi bólkur/einstaklingur, ársins sangari, ársins songkvinna, ársins útgáva og ársins sangur. Fimm eru tilnevnd í hvørjum bólki, og sms-atkvøðugreiðslan steðgaði á døgurða í gjár.
Áður hevur Barbara Holm, fyriskipari, greitt soleiðis frá um Planet Awards.
- Fyri okkum í Miðlahúsinum hevur Planet Awards stóran týdning. Hvørt ár vera vit ríkað við einari ørgrynnu av føroyskum løgum, sum vit og onnur í samfelagnum njóta gott av. Og tí halda vit, at tað er uppá sítt pláss at seta ein dag av til tónleikin, og geva nøkur herðaklapp til tey, sum hava klárað seg serliga væl. Vit síggja eisini, at áhugin fyri Planet Awards veksur á hvørjum ári, tí seinastu mongu árini hevur verið útselt til tiltakið, umframt at ein rúgva av sms-atkvøðum eru komnar inn í samband við tilnevningarnar, segði Barbara Holm við Sosialin 10. desember.
Eins og undanfarin ár ber til hjá øllum at koma til Planet Awards, við at keypa atgongumerki á 150 krónur. Tiltakið verður eisini sent beinleiðis á Rás2, umframt at vinnararnir verða kunngjørdir á Portalinum so hvørt tað verður avdúkað í Rex.
Hesi eru tilnevnd:
Ársins bólkur
Hamferð
Frodi & The Pink Slips
200
Týr
Divaz
Ársins einstaklingur
Stanley Samuelsen
Hanus G. Johansen
Høgni Lisberg
Eivør
Teitur
Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
Sakaris
Urbanus
Sveinur Gaard Olsen
Hans Andrias
Kristel Lisberg
Ársins sangari
Teitur
Finnur Koba
Marius Ziska
Høgni Lisberg
Fróði Hansen
Ársins songkvinna
Eivør
Greta Svabo Bech
Lív Næs
Evi
Kristina Bærendsen
Ársins útgáva
Høgni Lisberg - Con Man
Eivør – Room
Sanganna Veingir - MC Restorff
Frodi & The Pink Slips - The Mouse
200 – Vendetta
Ársins sangur
All In – Vanja
Signar í Homrum – Mín skattur
Eivør – Rain
Dynamitt – Hví gongur Tom altíð skid
200 – Við love skulu vit land byggja
------------
Vinnararnir á Planet Awards 2011
Ársins bólkur:
Swangah Dangah
Ársins einstaklingur:
Lena Andersen
Ársins nýggi bólkur/einstaklingur:
Swangah Dangah
Ársins sangari:
Hans Edward Andreasen
Ársins songkvinna:
Lena Andersen
Ársins útgáva:
Letters from The Faroes – Lena Andersen
Ársins sangur:
Vanja – Jákup Eli