Í mun til hópin, sum fyrr í vár vann FM-heitið, verða Ragnar Stakksund og Rókur Akralíð ikki við komandi vetur, tí teir fara at landinum í lestrarørindum. Og hetta er fremsta orsøkin til, at Kyndil nú aftur hevur fingið Finnur Hansson við í hópin. Finnur var eisini partur av hópinum, sum vann FM-heitið í 2004.










