Páll Finnur Páll spæla í kvøld til “Afterparty” í Luux í samband við Ársins Spælara tiltakið, sum verður í kvøld klokkan 19 í Reinsaríinum. Ókeypis atgongd er til klokkan 01.
Sum siður er, so fer Miðlahúsið og Rás2 aftur í ár at skipa fyri, at ársins spælari verður valdur hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hetta verður gjørt í samstarvi við FSF.
Tað verða venjarar, liðskiparar og ítróttartíðindafólk, sum atkvøða. Tiltakið verður í kvøld klokkan 19.00 í Reinsarínum, har Rás2 fer at hava beinleiðis sending.