Fýra umfør eru eftir av Premier League og enn er kapping í øllum pørtum av kappingini. Eitt árligt tiltak er, tá ársins spælari skal veljast. Nú er greitt hvørjir eru í uppskoti. Mett verður at Raheem Sterling úr Manchester City og Virgil van Dijk úr Liverpool eru favorittar at vinna.
##med2##
Hinir eru Bernardo Silva og Sergio Aguero úr Manchester City, Sadio Mané úr Liverpool og Eden Hazard úr Chelsea. Hartil er eisini greitt hvørjir eru í uppskotið til ársins ungi spælari. Her er Raheem Sterling aftur í uppskoti og helst favorittur.
##med3##
Hinir eru Marcus Rashford úr Manchester United, Trent Alexander-Arnold úr Liverpool, Declan Rice úr West Ham, David Brooks úr Bournemouth og Bernardo Silva úr Manchester City.
Úrslitið verður kunngjørt 28. apríl.