Ársins Songrødd skal finnast

Í næsta mánaði verður fyrsta innleiðandi umfarið í kappingini um at gerast Ársins Songrødd. Fimm innleiðandi kappingar verða kring landið, og nú ber til at tekna seg til hesar kappingar


23. februar verður fyrsta innleiðandi umfarið í kappingini um at gerast Ársins Songrødd 2002.
Byrjað verður í Badmintonhøllini í Havn, og eins og undanfarin ár verða undankappingar kring landið. Leitað verður eftir bestu songrøddunum, sum fáa høvið at luttaka í stóru stóru finaluni, ið verður í Badmintonhøllini í Havn 29. juni.
Longu nú hava fleiri boðað frá luttøku, nøkur kend, onnur ókend.
Í ár er tað navnframi James Olsen, ein av okkara fremstu tónleikarum, sum verður frásøgumaður í Ársins Songrødd 2002.
Sum nakað nýtt fáa luttakararnir møguleika at fáa ókeypis skeið í mikrofonteknikki og annað. James Olsen stendur fyri hesum nýskapandi tiltaki, og verður hetta óiva til stóra hjálp hjá teimum, ið eru óroynd á palli. Umframt hetta hava fyrireikararnir útvega "in-ear" monitoring, til tess at tey, ið luttaka í kappingini fáa rødd og tónleik í stereo varpað beinleiðis í oyrini.
Ymsir vinningar
Tiltakið er stuðlað av Føroya Banka, sum - umframt at lata vinning til nr. 2 - eisini letur gávulutir til áskoðararnar, umframt at 10 atgongumerki verða burturlutað til stóru finaluna.
Føroya Bjór stuðlar eisini kappingini. Luttakararnir nýtast ikki at tosta undir tiltakinum, og Føroya Bjór letur ymiskar vinningar til kappingar, sum verða hildnar millum áskoðararnar til tey innleiðandi umførini.
Casablanca Risturante letur gávukort til allar vinnarar av undanumførunum. Hesi fáa høvi til at njóta góðan italskan mat í einum hugnaligum umhvørvi.
Tey ið luttaka í kappingini um Ársins Songrødd 2002, hava 11 løg at velja millum. Tað er ókeypis at luttaka, og um áhugi er fyri at vera við í kappingini um Ársins Songrødd 2002, kunnu fólk leita inn á heimasíðuna
www.countline.dk ella www.songroddin.com. Tað ber eisini til at ringja á tlf. 22 51 63 ella 31 93 68 at tekna seg til.