Ársins Songrødd: Rebekka og Búgvi í finaluni

Um vikuskiftið var 2. umfar av Ársins Songrødd hildið í Eydnuni á Oyrarbakka, og vinnarar hetta kvøldið gjørdist Rebekka Trúgvadóttir Kalsoy og Búgvi Hanusarson.

 

Ársins Songrødd hevur nú funnið fýra finalistar, sum skulu kappast um at gerast Ársins Songrødd, tá ið finalan verður í Eydnuni á Oyrarbakka 5. november.

 

Undirtøkan fyri Ársins Songrødd hevur altíð verið sera góð. Mong ung hava nýtt høvið at royna seg í hesari kappingini, og eitt nú hava sangarar sum Anna Faroe, Guðrun Sólja Jacobsen og Hallur Joensen verið Ársins Songrødd.

 

Í ár er einki undantak. Fyrireikarar siga, at Eydnan á Oyrarbakka var so at siga full, og nógv vóru tey, sum nýttu høvið at stuðla teimum ymsu luttakarunum.

 

Tað gjørdist so Rebekka Trúgvadóttir Kalsoy og Búgvi Hanusarson, sum vunnu kappingina.

 

Næsta umfarið verður í Ítróttarhøllini í Runavík 29. oktobur.