Aftaná eitt serstakliga spennandi umfar í Seglloftinum á Tvøroyri, gongur leiðin norðurum til Eydnuna á Oyrabakka. Eydnan hevur í mong ár, ikki havt tað stóra virksemi, men nú seinasta tíðina hava fleiri sera væl eydnað tiltøk verið har.
8.okt. kl.23:30 verður 2.undanumfar av Ársins Songrødd og eitt MEGA brak av einum DJ-showið í Eydnuni, har bussar fara at koyra úr Vestmanna(217752), Havn(217752), Sundalagnum(233322) og Eysturoynni(233322), um nóg nógv teknað seg.
Enn ber til at tekna til hetta umfar og kappingina á www.songroddin.com
Vinnarar av 1. umfarinum á Tvøroyri gjørdust Guðrið A. Vestergaard, Akrar, og Ari Farstad, Tvøroyri