Ársins songrødd farin av bakkastokki

Fyrsta umfar av Ársins Songrødd 2008 er av. Tað gekk skjótt fyri seg at fáa staðfest hvør luttakari skuldi sendast víðari til finaluna. Tað at klokkan skuldi flytast fram, gjørdi at tiltakið í veruleikanum bleiv ein tíma styttri. Men hóast tað, fekk áskoðarafjøldin tað hann hevði goldið fyri, eitt tiltak har m. a. ljósshowið riggaði avbera væl. Nógvir góðir sangarar vóru, men bert tveir vinnarar skuldu finnast, sum koma at luttaka tann 3. mai, tá ið finalan er í høllini á kambsdali.

 

Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at tey sum sloppu víðari vóru: Bjarki Hansen og Poula Danielsen úr Havn. Í tí sambandi kann nevnast at tey luttakandi úr Havn noyddist til Fuglafjarðar at luttaka ,og kappast við Eysturoyingar,og onnur avbygdafólk , av tí at Tórshavnar Býráð ikki vil hýsa einum mentunartiltakið sum Àrsins Songrødd.

 

Men vón er tó enn fyri framman hjá eysturoyingum, tí eitt umfar er eftir inni í Eysturoynni, og tað verður í høllini á Kambsdali leygarkvøldið tann 12 apríl.

 

Eitt annað sum vakti ans í Mentanarhúsinum, varð, at tað bar til hjá áhoyrarum at atkvøða ?live?, so at skilja umvegis fartelefonina. Við hesari sms skipan kundi man atkvøða beinleiðis fyri tí luttakara man sjálvur ynskti skuldi koma víðari til finaluna. Hetta bleiv væl móttikið og riggaði avbera væl. Tey sum atkvøddu, eru eisini við í einari stórari kapping sum eisini heldur áfram til aftaná finaluna í Àrsins Songrødd. meira kann lesast um kappingina inni á heimasíðuni www.songroddin.com

 

Næsta umfar verður í TB-húsinum á Tvøroyri komandi leygarkvøld.