Leygarkvøldið var seinast undanumfarið av Ársins Songrødd, og finalistarnir gjørdist Búgvi Hanusarson Hansen og Rúna Debes, sum sostatt verða við til finaluna leygarkvøldið Í vikuskiftinum var seinasta undanumfar av Ársins Songrødd, og var tað hildið í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Finalistar gjørdist 20 ára gamli Búgvi Hanusarson Hansen, og 15 ára gamla Rúna Debes.
Fyrireikarar siga soleiðis um tiltakið.
- Tiltakið var sera væl eydnað, og støðið á luttakarunum var á einum høgum støði. Í ár kunnu vit vænta eina sera spennandi finalu, har tað verður ógvuliga trupult at finna rætti vinnaran, og tað er als ikki skeivt at siga, at ongantíð áður hevur støðið verið so høgt í einari finalu sum hesari, sigur Mark Joensen.
Finalan verður í Høllini á Kamsdali, leygarkvøldið 2.mai. og sum vant verður skipað fyri undirhaldi aftaná sjálva kappingina, har millum annað Finnur Jensen úr Páll Finnur Páll kemur at syngja og spæla vælkend Páll Finnur Páll løg. Umframt hetta veðrur eitt stórt supriseshow, sum verður avdúkað seinni. Eisini verður eitt undirklædna-show, sum sambært fyriskiparunum verður munandi øðrvísi enn nakar kann ímynda sær.