Ein av fyrireikarunum í Ársins Songrødd 2009 staðfestir, at aftur í ár verður Ársins Songrødd, tó verður kappingin ikki júst sum vit kenna hana. Mark Joensen, ein av fyrireikarunum til Ársins Songrødd sigur við Sosialin, at Ársins Songrødd 2009 ferð av bakkastokki í februar mánað. Sum árini hava liði eru vit vorðin von við kappingina um at gerast Ársins Songrødd, men kappingin í 2009 verður ikki júst sum tann vit kenna ? hon skal skal eftir ætlan verða meira umfatandi.
Mark Joensen sigur, at fyri at røkka út til allar krókar í landinum verður kappingin víðka, og tað við tí endamálið at økja um møguleikarnir at finna júst tað rætta talentið.
Til Ársins Songrødd 2008 vóru tey innleiðandi umførini í ávikavist Kambsdali, Tvøroyri og Tórshavn. Hesu ferð er tó ætlanin at umframt hesi innleiðandi umførini, verða eisini umfør hildin í Vágunum, Klaksvík og á Sandi.
Vinningarnar eisini meira umfatandi
Sum partur av vinninginum slapp Ársins Songrødd 2008, Anna Nygaard, at framføra á einum av teimum, ella kanska tí størsta tónleikafestivalinum í Føroyum, nevniliga Summarfestivalinum. Fyrireikararnar siga, at skal kappingin verða meira umfatandi, skulu vinningarnar eisini geva størri møguleikar fyri songrøddini 2009, og tískil verður arbeitt við at fáa vinnaran av kappingini til allar festivalarnar í Føroyum, ikki bert Summarfestivalin. Áhugavert verður at vita, um tað eydnast fyrireikarunum at fáa hetta í rætt lag.