13.apríl verður fjórða innleiðandi umfar í kappingini um ársins songrødd 2002".
Hesa fer er tað eysturoyingarnir sum skulu á pallin, fyri at finna út av, hvør skal umboða eysturoy 29.juni. í Badmintonhøllini í Havn. Tiltakið veður í høllini á kambsdali leygarhvøldið tann 13.apríl kl. 23.30. Kostnaður kr. 120,- pr. atgongumerki. Tað er ikki loyvt at hava Glasfløskur inn við sær í høllini.
10 luttøkur verða, og í mun til hini umførini sum hava verið, eru fleiri mannfólk við hesu fer. Sum skilst hava fleiri eisini dansarar og/ella kór við sær á pallin maðan sungið verður. Tiltakið er stulað av FØROYA BANKA, FØROYA BJÓR og CASABLANCA RISTURANTE. Tey ið luttaka í kappingini um Ársins Songrødd 2002, hava 11 løg at velja millum. Tað er ókeypis at luttaka í ár, men boðað verður frá at einki pláss er eftir.
Luttakararnir á Kambsdali eru:
Halgerð M. Højgaard
Tanja Sleire
Olivia Mikkelsen
Guðrun Òlavsdóttir
Evi Jacobsen
Barbara Djurhuus
Sjúrður Levi Høgnessen
Andrias Højgaard
Ólavur Larsen
Sandy í Lambanum/Jens Kartin Rasmussen
Restandi umfør:
Høllin á Kambsdali,
13 apríl
Badmintonhøllin í Havn, 27.apríl
Ítróttarhøllin í Vestmanna, 11.mai
FINALAN:
Badmintonhøllin, Havn
29. juni