4. umfar í tiltakinum Ársins Songrødd, sum er fyri Eysturoynna, verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið kl.23:00 tann 3.mai. Aftaná verður DJ-show, lasershow og freestylerskapping. Tað eru teir báðir Martin Kjærbo Og Jákup Jacobsen, sum skipa fyri. Jákup skal harumframt saman við Ragnhild Ellingsgaard vera frásøgufólk, tá ið Ársins Songrøddkappingin fer fram. Bussar koyra til og frá staðnum í sambandi við tiltakið.