Ársins sangari er Hans Edward Andreasen

Áður hevur hann vunnið heiðurin sum partur av ársins bólki, tá teir í “The Dreams” í fjør struku avstað við Planetini fyri Ársins Bólk.

 

Í ár hevur Hans Edward ikki verið so virkin sum partur av The Dreams, men hinvegin hevur hann prógvað sínar dygdir sum tónleikari í nýggja bólkinum glóð.

 

Eftir at hava tølt síðani í summar, varð lagið »Spilt tíð« hjá glóð kunngjørt á Rás2 í heyst. Hetta staðfesti, at talan er um ein bólk, sum er mannaður við ómetaliga góðum

tónleikarum – og sum duga at gera kompleksan tónleik lættan at lurta eftir. Hans Edward er sjálvur ein sentralur partur av hesi forkunnugu samansetingini.

 

Hans Edward Andreassen hevur í fleiri ár verið kendur innan tónleikayrkið, bæði í Føroyum og kanska serliga uttanlands, og ofta hevur hann fingið heiðrar sum partur av bólki.

 

Men hesaferð er talan um ein heiður serliga til Hans Edward fyri hansara dygdir sum sangari.

 

Hans Edward Andreasen varð ikki sjálvur til staðar til Planet Awards 2011, men hevði frammanundan fingið boðini um heiðurin, og er hann ómetaliga glaður fyri at vinna henda heiðurin fyri hansara persónligu avrik í tónleikinum.

 

Mynd: Kristoffur Mørkøre, bass í glóð, tók í móti heiðurslønini vegna Hans Edward Andreasen.