Nú er Ársins roykfríi skúli funnin.
6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt hevur vunnið skúla sínum heiðurin at vera Ársins roykfríi skúli 2012.
Samanlagt luttóku 32 skúlaflokkar kring alt landið í kappingini, har flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 10. september til 10. oktober. Tað megnaðu 20 flokkar, og í lutakasti, sum Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum skipaði fyri, gjørdist 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt hepni vinnarin.
Umframt at vinna skúla sínum heiðursplátu sum váttan fyri vinningin, verður flokkurin eisini boðin til eitt spennandi kvøld í Bowlinghøllini á Hálsi við bowling og døgurða, og ikki minst sleppa tey á ekslusiva konsert við Sveini Gaard Olsen.
Kappingin um Ársins roykfría skúla 2012 er av, og Fólkaheilsuráðið vónar at kunna skipa fyri enn eini slíkari kapping í komandi ári.









