Ársins Rósa var so rørd at hon táraði

Margreth Dalsenni fekk ikki orðið upp, so rørd og takksom var hon fyri heiðurin at verða kosin sum Ársins Rósa fyri tað ósjálvsøkna arbeiðið, hon ger við handlinum, har hon selur allar lutir, serliga klæðir, fyri 5 krónur

- Takk fyri - tit eru mínar rósur! segði Margreth Dalsenni stutt, tá heiðurin varð kunngjørdur fyri henni.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, helt røðu fyri Margreth Dalsenni og handaði henni blómutyssi og plátu frá »Ársins Rósu-nevndini«.

Tað er ilt at meta um, hvussu nógv fólk vóru til staðar í allar fagrasta jólaveðrinum í Klaksvík í gjárkvøldið, tá ið Jólaskipstiltakið og Ársins Rósa vórðu fyriskipað. Nógvir klaksvíkingar vóru komnir saman, men ikki minni av eysturoyingum høvdu leitað sær yvir um fjørðin fyri at vera við í serligu jólaløtuni í Klaksvík, tá ið heimsins størsta og flottasta jólaskip kom so tignarlina inn eftir vágni - ein fragd fyri eyga.

- Takk til Norðborg, at teir vildu vera við til at gera løtuna til nakað heilt serligt!

Tað var ikki maður ella kvinna, sum hesa løtuna ikki kendi seg sum eitt lítið barn og vildi sleppa at spæla við - ella bert vera við.

Ein heilt serlig jólaløta í Klaksvík við jólaveðri, sum tú vanliga bert kann droyma um.

Orð og myndir: Dávur Winther