Hann hevur í fleiri áratíggu verið sera virkin í Klaksvíkar Talvfelag.
Hann hevur leikt talv og verið við til at vunnið nógv. Men ikki minst hevur hann verið virkin innan felagsarbeiði og kanska serliga unglinga arbeiðið at seta við.
Petur Hans Poulsen hevur umvegis Klaksvíkar Talvfelag lagt lunnar undir fleiri av fremstu telvarum í Klaksvík og Føroyum annars. Hann hevur eisini verið við til at stuðlað undir avbera gott liðavrik í fleiri ár og hevur soleiðis verið við til at gera Klaksvíkar Talfelag til eitt kent og virt talvfelag.
Við heiðrinum fylgir eisini ein peningagáva, sum Christian í Grótinum P/F Hvalnes, BankNordik og Klaksvíkar Býráð lata í felag
Vit ynskja Petur Hans Poulsen til lukku við heiðrinum!