Ársins profilur heldur fram á Skála

Niels Pauli Danielsen hevur skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at hann nú fer undir fyrireikingar til fjórða árið á Skála

Á síðsta kappingardegi í bestu deildini í fótbólti í heyst varð tað greitt, at Skála flutti niður úr bestu deildini og í næstbestu deildina.

Síðani eru onkrir spælarar fluttir í onnur feløg.

Fleiri ungir og evnaríkir spælarar hava skrivað undir sáttmálar, sum bera við sær, at teir halda fram á Skála og undir leiðslu av Sorin Anghel nú fara undir fyrireikingarnar til 2021, tá ið málið verður at endurvinna plássið í bestu deildini.

Í gjár boðaði Skála Ítróttarfelag frá, at ein av royndu spælarunum hevur skrivað undir sáttmála, sum bindur hann at umboða Skála í 2021.

Talan er um 31 ára gamla Niels Paula Danielsen, sum nú fer undir fjórða árið á Skála. Niels Pauli hevur áður umboðað KÍ og EB/Streym og í 2017 spældi hann við ÍF.

Niels Pauli Danielsen var millum stuðulsspælararnar á Skála í 2020, tá ið hann var við í 26 landskappingardystum og skoraði fýra mál.

Í fótbóltsárbókini, ið kom út upp undir vikuskiftið, verður Niels Pauli Danielsen nevndur sum profilurin á liðnum hjá Skála í 2020.

Niels Pauli Danielsen hevur sambært faroesoccer.com spælt 235 dystir og skorað 27 mál í bestu deildini.