Ársins nýggja navn spælir á Summar Festivalinum í august
Bólkurin Konni Kass, sum er uppkallaður eftir songkvinnuni, sum er í front í bólkinum, er ein av mest lovandi og spennandi bólkunum á føroyska tónleikapallinum í løtuni.
Konni Kass gav í november fyrstu útgávuna út, og á FMA tiltakinum fyrr í ár varð bólkurin kosin Ársins nýggja navn. Konni Kass hevur eisini spælt á virdum tiltøkum í Týsklandi, Íslandi og Danmark. Í føroyskum útvarpi hava fólk helst hoyrt sangir sum Surrender, Sounds og Time.
Konni Kass, sum syngur og spælir saksofon, hevur skrivað flestu sangirnar, men samstarvið við hinar tríggjar tónleikararnar í bólkinum um tónleikin er tætt. Tað er eisini tí, at tey føra seg fram sum bólkurin Konni Kass.
Umframt Konni Kass eru tónleikararnir í bólkinum Torleik Motensen (bass), Knút Háberg Eysturstein (tangentar) og Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur).