Ungi rapparin úr Havn, Marius DC, hevur júst fingið FMA-virðislønina fyri Ársins nýggja navn.
Marius DC hevur av álvara gjørt um seg seinasta árið. Hann hevur givið eina EP út, og so hevur hann framført javnan seinastu tíðina.
Marius Dam Christophersen og Jonas Langgaard arbeiða tætt saman, og teir fóru báðir á pallin í Norðurlandahúsinum í kvøld at taka ímóti virðislønini.
– Eg eri ræðuliga stoltur av hesum her. Hetta er absolutt eitt sjokk fyri meg, segði Marius.
– Túsund takk, søgdu teir báðir Marius Dam Christophersen og Jonas Langgaard.