Fríggjakvøldið verður “Ársins spælari” tiltakið hjá Miðlahúsinum, Rás2 og Fótbóltssambandinum. Allar atkvøðurnar eru nú komnar inn. Tí er greitt hvørji eru í uppskoti.
Les eisini: Alt um Ársins Spælari 2016
Sendingin verður send beinleiðis av Hotel Føroyum fríggjakvøldið klokkan 19. Heiðrast skulu Ársins- spælari, ungi spælari, venjari, málverji, verjuspælari, miðvallari, áleypari, dómari og somuleiðis verður ársins lið sett. Tiltakið er alment.
Í VikuskiftisSosialinum bleiv kunngjørt hvørjir spælarar eru í uppskoti til ársins málverja. Hetta eru teir tríggir spælararnir, sum hava fingið flest atkvøður. Teir eru nevndir í alfabetiskari raðfylgju:
Teir tilnevndu hjá monnum:
Geza Turi, Víkingur
Kristian Joensen, KÍ
Teitur M. Gestsson, HB
Símun Rógvi Hansen, NSÍ
(Her er ájavnt millum tveir av málverjunum. Tí eru fýra tilnevndir)
Tær tilnevndu hjá kvinnum:
Anna Hansen, EB/S/Skála
Ana Ivanov, KÍ
Jóna Nicolajsen, B36