Henrikh Mkhitaryan skoraði í gjár eitt óvanliga gott mál fyri Manchester United, sum vann 3-1 á Sunderland. Armenski landsliðsspælarin hælaði bóltin í málið til 2-0.
Síggj málið við at trýsta á pílin á myndini
Nú verður tosað um, at talan er um ársins mál í Premier League. Tað er tó ein ivastøða við málinum, tí sjónbandamyndirnar vísa eisini, at Henrikh Mkhitaryan stendur rangstaddur.
Hóast tað, so er talan um framúr vakurt mál. Nú spyrja vit – er talan um árins mál?
Premier League á jólum
Chelsea, Manchester City, Arsenal og Manchester United vunnu øll sínar dystir í gjár. Chelsea hevur nú vunnið tólv dystir upp í slag í Premier League. Londonfelagið, sum var uttan leikbannaða Diego Costa, vann 3-0 á Bournemouth.
Manchester City hevði trupulleikar við at niðurbróta Hull City, men við trimum málum seint í dystinum vunnu teir 3-0. Millum málskjúttarnar var 20 ára gamli Kelechi Iheanacho. Hann skorar í løtuni eitt mál fyri hvørjar 96 minuttir á vøllinum. Tað er Premier League met.
Arsenal hevur havt tað trupult í seinastuni. Soleiðis var eisini á heimavølli móti West Bromwich. Ikki fyrr enn tríggjar minuttir fyri tíð skoraði Oliver Giroud sigursmálið, sum eisini var tað einasta í dystinum.
Manchester United hevur funnið taktina og vann fyri fjórðu ferð upp í slag. Fótbólturin er góður og Zlatan Ibrahimovic tykist stórtrívast í Premier League, hóast hann er blivin 35 ára gamal. Bretskir miðlar skriva, at hann leingir eitt ára sáttmálan við einum ári. Zlatan Ibrahimovic hevur skotið heili 12 mál í Premier League higartil.
Ein dystur er í dag. Liverpool tekur á heimavølli móti Stoke. Dysturin byrjar klokkan 17.15.
Premier League 18. umfar:
Í gjár:
Watford 1 - 1 Crystal Palace
Arsenal 1 - 0 West Bromwich Albion
Burnley 1 - 0 Middlesbrough
Chelsea 3 - 0 AFC Bournemouth
Leicester City 0 - 2 Everton
Manchester United 3 - 1 Sunderland
Swansea City 1 - 4 West Ham United
Hull City 0 - 3 Manchester City
Í dag:
Liverpool – Stoke (17.15)
Í morgin:
Southampton – Tottenham (19.45)
Stigatalvan: (Livescore)
1
18
27
46
2
18
19
39
3
17
21
37
4
18
20
37
5
17
17
33
6
18
9
33
7
18
2
26
8
17
1
24
9
18
1
23
10
18
-8
22
11
18
-9
22
12
17
-5
21
13
18
-8
21
14
18
-11
20
15
18
-4
18
16
18
-8
17
17
18
-4
16
18
18
-15
14
19
18
-20
12
20
18
-25
12









