Ársins álitisfólk 2006

Ársins álitisfólk 2006 gjørdis Kathrina Klein, sum starvast í vekslaranum á Landssjúkrahúsinum.

Grundgevingarnar fyri at lata Kathrinu Klein heiðurin fyri at verða ársins álitisfólk eru hesar:

Kathrina hevur í virki sínum sum álitisfólk røkt starv sítt við eldhuga og nærlagni. Hon hevur gjøgnum ídna yrki sítt stimbrað og stuðlað starvsfeløgum sínum samstundis sum hon hevur vakt ans og áhuga fyri álitisfólkaskipanini.