Ársins álitisfólk

Gøran Wennerstrøm varð á aðalfundi hjá Starvsmannafelagnum valdur til "Ársins áltisifólk".

Grundgevingarnar fyri, at Starvsmannafelagið valdi Gøran Wennerstrøm til ársins álitisfólk eru hesar:

Við ágrýtni, eldhuga og nærlagni hevur hann røkt starv sítt sum álitisfólk, og verið mongum til fyrimynd í fakfelagsliga starvi sínum.

Gøran siglir sum dekkari við Smyrli, og var valdur til álitsifólk í oktober 2001.

Hann byrjaði at sigla hjá Strandferðsluni í 1991og sigldi til 1994, tá hann flutti til Danmarkar, har hann sigldi við DSB og DFDS í seks ár, til hann í 2000 flutti heim aftur til Føroya og fór aftur í starv hjá Strandferðsluni. Síðani hevur Gøran siglt við Smyrli.

Gøran, sum er føddur 10.november 1964, býr saman við Leilu, og eiga tey tvey børn, Høgna, sum er 12 ár og Silju, sum er 1 ár.


Myndatekstur:

Gunleiv Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, h.m. handar gávu og blómur til Gøran Wennerstrøm, sum er kosin "Ársins álitisfólk"

Mynd: Starvsmannafelagið