Ársins lið í Premier League

Premier League: Her er PFA ársins lið fyri farna kappingarár. Liverpool hevur fimm spælarar á liðnum

Í gjár bleiv kunngjørt, at Kevin De Bruyne úr Manchester City, er kosin til PFA árins spælara, sum helst er størsti heiðurin av sínum slag, tí tað eru spælararnir sjálvir, ið atkvøða. Trent Alexander-Arnold úr Liverpool bleiv kosin til ársins unga spælara.

Í tí sambandi bleiv eisini eitt ársins lið sett. Her eru fimm spælarar frá Liverpool, sum vann meistaraheitið við 18 stigum fleiri enn Manchester City, sum hevur tveir spælarar á liðnum. Fyri Liverpool eru spælararnir Trent Alexander-Arnold, Virgil van Dijk, Andy Robertson, Jordan Henderson og Sadio Mane, meðan spælararnir úr Manchester City eru David Silva og Kevin De Bruyne.

Leicester City, sum misti Champions League luttøkuna í seinasta umfarinum, hevur eisini tveir spælarar við. Teir eru Caglar Soyuncu og Jamie Vardy. Tveir teir seinastu spælararnir eru málverjin úr Burnley, Nick Pope, og liðskiparin hjá Arsenal, Pierre-Emerick Aubameyang.

PFA ársins lið:

Nick Pope, Trent Alexander-Arnold, Virgil van Dijk, Caglar Soyuncu, Andy Robertson, David Silva, Jordan Henderson, Kevin De Bruyne, Jamie Vardy, Pierre-Emerick Aubameyang, Sadio Mane