Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa um ársins lið higartil í hondbólti hjá bæði kvinnum og monnum. Eisini ber til at lesa um manslandsliðið.
Føroyska manslandsliðið fer um vikuskiftið til Luksemborg at spæla fyrstu dystirnir í undankappingini til HM. Mótstøðuliðini eru Litava, Slovakia og Luksemborg, og tey eru stórur gloypubiti hjá Føroyum, sum eru mannaðar við nógvum nýggjum leikarum.
Les eisini um Úrvalsstuðulin og Hávard Vatnhamar, ið er ein av teimum, sum hevur fingið stuðul. Hann hevur sett sær stór mál fyri 2020 og stuðulin gevur honum betri møguleikar at røkka paralympisku leikunum, sum er málið.
Les eisini eina ferðafrásøgn úr Barcelona, har ÍtróttarSosialurin hevur verið til El Clasico uppgerðina, sum var 18. desembur. Tað endar sum ein hendingarík ferð, tí tað er politiskur ófriður í Katalonia.
Les eisini klummuna, royn spurnarkappingina og les stuttsøgt ítróttartíðindi.











