Andrew av Fløtum var gestur í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag, har hann ímóti endanum av sendingini setti ársins lið í effodeildini aftaná 23 umfør.
Andrew av Fløtum fortaldi eisini hvussu tað er at verða uttanfyri vøllin, og ikki verða partur av bestu føroysku fótbóltsdeildini longur. Andrew av Fløtum setti eisini orð á avrikið hjá landsliðnum, og hann staðfestir, at landsliðið fekk hann upp úr stólinum við avrikinum ímóti Ungarn. Andrew av Fløtum staðfesti, at hann er vónbrotin av havnarliðunum, HB og B36 og teirra avrikið í effodeildini higartil.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið". Tróndur Arge var vertur.
Hoyr eisini Andrew av Fløtum meta um dystirnar, sum verða hetta vikuskiftið :
Effo-deildin 24. umfar:
KÍ-B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur-NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
HB-AB (15.00)
TB-ÍF (15.00)
Skála-B68 (15.00)