Ársins leikari vil vekk

Ársins leikari í Premier League í fjør, ætlar sær at skifta felag í summar

Leicester vann ógvuliga óvæntað Premier League í fjør undir italska venjaranum, Claudio Ranieri. Hetta kappingarárið hevði Leicester torført við at liva upp til góða kappingarárið í fjør, sum endaði við at italski venjarin, Claudio Ranieri, eisini fekk sekkin í felagnum.

 

Ein av høvuðsorsøkunum til meistaraárið í fjør var kreativi miðvallarin, Riyad Mahrez, sum bæði skoraði og legði upp til eitt hav av málum hjá Leicester tað kappingarárið. Riyad Mahrez var eisini valdur til ársins leikara í Premier League kappingarárið 2015/2016.

 

Men nú vil algeriski miðvallarin víðari. Bretskir miðlar skriva í dag, at Riyah Mahrez, hevur boðað Leicester frá, at hann ynskir at vera seldur í summar.

 

Riyah Mahrez hevur leingi verið settur í samband við franska stórfelagið, Paris Saint Germain. Men sum skilst verður tað skiftið ikki til nakað, og tí verður Riyah Mahrez nú heldur settur í samband við eitt skifti til Arsenal, sum er sinnað at gjalda gott og væl 300 milliónir krónur fyri profilin hjá Leicester.