Í dag skulu bestu leiðararnir innan føroyskt vinnulív heiðrast. Hetta fer fram á Ársins leiðaradegi, sum verður hildin á Hotel Føroyum í dag.
Seks fólk eru í uppskoti til at gerast Ársins Leiðari, tríggir innan privata vinnulívið og tríggir innan tað almenna.
Innan tað almenna eru tríggjar kvinnur í uppskoti til at gerast Ársins leiðari: Annika Sølvará, stjóri (Granskingarráðið?), Halldis Joensen, leiðari (Heimið við Vallalíð) og ?Salua Manai, leiðari (Margarinfabrikkin).
Innan tað privata eru tey tilnevndu ?Ólavur Asafson, stjóri (KJ-Hydraulik), ?Jens Meinhard Rasmussen, stjóri (Skansi Offshore) og ?Kristian Martin Rasmussen, stjóri (Christian í Grótinum).
Hetta er nígginda árið á rað, at .Ársins Leiðari skal finnast.
Í 2012 gjørdist Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, Ársins privati leiðari og Hanus Joensen, stjóri í Tórshavnar Kommunuskúla, gjørdist Ársins almenni leiðari.