Árligi leiðaradagurin heldur fram á Hotel Føroyum. Klokkan 16.10 verða ársins leiðarar 2010 avdúkaðir Hetta er sætta árið á rað, at Synergi skipar fyri ársins leiðaradegi.
Dagurin verður hildin við fyrilestrum og planetarium, og hæddarpunktið er, tá ársins leiðarar, ávikavist í privata og almenna sektorinum verða valdir.
Í uppskoti í ár eru Jón Danielsen frá Articon, Hans Andreas Joensen frá Thor og Jóannes Jensen frá Hotel Føroyum hjá tí privata, og Petra Jónsdóttir av Almannastovuni, Herman Oskarson av Hagstovuni og Tórmóður Stórá frá Spykiatriska deplinum hjá tí almenna.
Dagurin heldur fram við einum sonevndum after-party, sum verður í Sirkus og nýggju Perluni.
Eini 170 fólk taka lut á leiðaradegnum.