ÁRSINS KVINNA 2005 - LEILA SOLMUNDE

"Leila Solmunde fær heiðurin "Àrsins kvinna 2005" fyri sítt slóðbrótandi arbeiði sum formaður í MBF, Meginfelag teirra Brekaðu. Við ágrýtni, dirvi og skilagóðum og vælgrundaðum átøkum hevur hon megnað á ein sera jaligan hátt at seta fokus á viðurskiftini hjá m.a. rørslutarnaðum í Føroyum. Virksemi hennara hevur økt um vitan og fatan almeninningsins um hetta álvarsama mál, ið viðkemur øllum føroyingum."

Jan Müller, blaðstjóri handaði Leilu Solmunde heiðursbræv og segði:
-Ársins kvinna Leila Solmunde vaks upp í Trongisvági og hevur fingið sær útbúgving innan roknskap og virkisbúskap á HH umframt ávís HF fak sum psykologi, enskt og føroyskt. ((Tá Leila var 18 ár gomul, fekk hon staðfest liðagikt, sum førdi til, at Leila gjørdist koyristólsbrúkari. Hon hevur kent lívsins beisku kor. Leila hevur arbeitt innan giktaøkið sum formaður í Giktafelag Føroya í 16 ár. Í dag er Leila Solmunde forkvinna í MBF, Meginfelag teirra Brekaðu, sum er meginfelag fyri 23 limafeløg. Hetta er, sum hon sjálv sigur á heimasíðu síni, eitt spennandi og til tíðir harbalið starv at sita í, men avgjørt ein søk, sum er verd at stríðast fyri. Leila hevur nógv áhugamál, eitt nú list, bókmentir, telduarbeiði, ferðing, føroyskt mál og at skriva. Hon hevur sum nakar prógvað, at rørslubrek er ongin forðing fyri at njóta lívið.
Sum formaður í MBF hevur Leila eftir stutta tíð megnað at sett fokus á nøkur viðurskifti í Føroyum, sum alt ov leingi hava tørvað ábøtur. Hon hevur á sera greiðan og djarvan hátt víst á søk teirra brekaðu. Í eini sera visionerari og hugvekjandi framløgu á alheimsdegi teirra brekaðu 3. desember 2004 gjørdi hon vart við, hvussu umráðandi tað er hjá MBF sum meginfelag at vísa á støðu teirra brekaðu í samfelagnum.
Hon tekur í sínum starvi støði í hugtakinum Eitt samfelag fyri øll og harvið í teimum málum, sum vórðu sett í ári teirra brekaðu 2003  tvs. tá fokus av álvara varð sett á støðuna hjá fólki, ið bera brek. Tað gjørdist sostatt hennara leiklutur sum formaður at leggja strategiina fyri at náa hesum málum og at standa fyri arbeiðinum at seta hesa strategi í verk.
Hetta er ein uppgáva, sum setir sera stór krøv til formann ella forkvinnu í meginfelagnum. Vit hava fingið nógvar ábendingar um, at hesa uppgávu hevur Leila røkt fyrimyndarliga ta stuttu tíð, ið hon hevur verið forkvinna. Hon fór til verka eftir eini strategi ella langtíðar virkisætlan, ið varð gjørd í 2004. Hetta er nokk tann tyngsti parturin av sakini. Tað er lættari at seta orð á tey høgu málini enn at seta tey í verk. Men bæði skulu gerast. Uttan mál er ikki nógv at seta í verk  uttan verksetning kámast málini.
Ella sum Leila sjálv tók til í hesum sambandi:
"Vit mugu royna at gera langtíðarætlanir, har nakað ítøkiligt kann koma burturúr, royna at seta nakrar ætlanir út í kortið, sum eru til gagns fyri fólk, ið bera brek, og sum miðvíst verður arbeitt fram ímóti. Vit eru alt ov ofta í tí støðu, at vit mugu gera lappaloysnir, tí vit duga ov illa politiskt at hyggja langt frameftir." (
Sera góð og klók orð. Tað er sostatt ein sera stór ábyrgd og ein stór arbeiðsbyrða, ið Leila Solmunde hevur átikið sær. Hon hevur higartil livað upp til hesa ábyrgd. Í løtuni ferðast hon kring landið fyri at seta fokus á hugtakið atkoma og atkomumøguleikar. Hon gjørdi vart við, at "Atkoma er rætt og slætt møguleikin at sleppa at virka á jøvnum føti við aðrar samfelagsborgarar", sum hon so væl málbar seg.
Tað er ein stórur og álvarsligur spurningur, ið Leila her hevur tikið upp á ein sera ítøkiligan og sømiligan hátt. Tað at kunna koma inn í almennar bygningar og á almenn pláss er ein sjálvsagdur mannarættur. Hetta, at ein stórur partur av landsins borgarum ikki sleppa inn í almennar bygningar og almenn savningarstøð við egnari hjálp er beinleiðis brot á grundleggjandi mannarættindi og nakað av eini landaskomm. Nú kemur vónandi vend í!
Tað er við hesum baksýni og við støði í tínum virksemi fyrst sum formaður í Giktafelagnum síðan sum forkvinna í MBF, at vit hava kosið teg, Leila Solmunde, til Ársins Kvinnu. Vit ynskja tær góða eydnu við tínum týdningarmikla arbeiði framyvir.