Àrsins jólagáva 2006

Fyrsti sunnudagur í advent er komandi sunnudag, og er tú ikki longu farin at keypa jólagávur, so fert tú væntandi í gongd í næstum.
Hvørt ár royna bæði handlar og bløð at gita, hvørjar ársins jólagávur verða. Okkurt árið var tað bakimaskinan, ið vann okkara hjørtu, og fyri ikki so langari tíð síðani var tað ein DVD-spælari. Bøkur eru annars altíð høgt á teimum flestu listum.

Í ár gita bløðini, at vit fara at keypa eina berbara playstation (tær eru at fáa ljósareyðar), espressokaffimaskinu, farteldu, ein Ipod ella kanska eitt upplivilsi til okkara kæru.
Hosur, undirbuksir og húgvur eru ikki við á teimum ymisku listunum - men munnu tær ikki eisini leita sær í onkran pakka aftur í ár?