Ársins herðaklapp latið hósdagin

Ársins herðaklapp, viðurkenningin fyri føroyskan sjónleik, verður latin hósdagin.

Hósdagin 12. mars kl. 16.00 verður almenn móttøka í Hans Andriasarhúsi undir Pisuvarða 2 í Havn, har tað verður avdúkað, hvør fær sjónleikaviðurkenningina ”Ársins herðaklapp” í ár. Tjóðpallur Føroya og Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) lata viðurkenningina.

MáF sigur, at nógv arbeiði verður lagt í sjónleikavirksemið í Føroyum. Men hóast alt virksemið, er eisini neyðugt á annan hátt at kasta ljós á sjónleikin og tað stóra ar¬beiði, ið liggur aftanfyri hvørja einastu ferð, leikur kemur á pall.

Herðaklappið er 12.000 krónur, sum er ætlað sum ískoyti til uttanlandsferð at hyggja eftir sjónleiki. Umframt peningagávuna fær viðkomandi eina serliga grímu og eina silvurnál til minnis.

Herðaklappið kann verða latið einstaklingi ella felag, sum á einhvønn hátt hevur skarað framúr á leiklistarliga økinum.

Í dómsnevndini sita Dánjal Joensen, Karin Kjølbro og Dagny Joensen.

Tey, ið áður hava fingið viðurkenningina, eru Lina Larsen, Hans Tórgarð, Hjørdis Johansen, Adelborg Linklett, Bárður Persson, Jytte Joensen og Eyð Matras.